Samrøður
Hvat ger man til samrøðu?
Í Beranum er møguleiki fyri at fáa stuðlandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð. Samrøðurnar eru við sálarfrøðingarnar, sum arbeiða í Beranum. At byrja við, verða 10 samrøður bjóðaðar. Eftir samrøðurnar, verður meting gjørd, hvørt tørvur er á fleiri. Ein tími verður settur av til hvørja samrøðu. Samrøðurnar taka støði í tær/tykkum og teimum avbjóðingum, sum tú/tit uppliva. Samrøðurnar eru í hugnaligum hølum hjá Beranum í Niels Finsensgøtu í Havn.
Hvat kostar tað at ganga til samrøðu?
Samrøður og sálarfrøðilig viðgerð eru ókeypis og einki krav er um ávísing frá lækna.
Hvussu meldi eg meg/okkum til?
Til ber at fáa tíð til samrøðu sum einstaklingur ella sum par. Tú kanst ringja ella skriva til Beran ella fáa onkran annan at seta seg í samband við Beran fyri teg. Tú/tit verða síðan boðin til eina kunnandi samrøðu og kunnu út frá hesum avgera, um tú/tit ynskja at taka ímóti einum av okkara tilboðum.