Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hevur tú mist barn/pinkubarn?

At missa eitt barn elvur til stóra sorg. Sorg er ein natúrlig reaktión upp á at missa ein, ið stendur nær, men hóast hon er natúrlig, er hon sera tung at bera. Tað kennist ofta sera einsamalt at missa eitt barn. Hjá nógvum kann tað kennast sum ein stór hjálp at tosa við onnur, sum hava verið í líknandi støðu.

Sorg er lættari at bera í felag

Í Beranum er møguleiki fyri at tosa við onnur, sum eru í líknandi støðu. Berin skipar fyri bólkum fyri foreldur, ið hava mist børn/pinkubørn. Bólkarnir eru bæði fyri foreldur, sum hava mist nýliga, og fyri foreldur, sum hava mist fyri tíð síðani. Foreldrabólkarnir eru býttir sundur eftir aldrinum á barninum: pinkubørn, frá móðurlívi upp til 1 ár og børn í aldrinum 1 til og við 29 ár. Afturat bólkum, bjóðar Berin einstaklingasamrøður við sálarfrøðing, familjusamrøður, vegleiðing o.a. 

Hvat er sorg?

Poddur um at vera foreldur og missa pinkubarn

Eg sakni teg er ein poddvarpsrøð hjá Beranum, har vit viðgera evnið sorg. Vit hitta nøkur av teimum, sum ganga í Beranum og hoyra teirra søgu. Lív Højsted Horsdal, sum er sálarfrøðingur hjá Beranum, er vertur í sendingini og leiðir okkum gjøgnum sendingina um sorg, sakn og vón. Endamálið við sendingini er at tosa opið um tað, sum er so hart og meiningstleyst í eini vón um, at tú, sum eisini saknar, kennir teg eitt vet minni einsamalla/n og øðrvísi í sorgini.

Mín søga um at vera foreldur og missa barn/pinkubarn