Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Parlagið

At missa eitt barn kann ávirka parlagið. Ofta verður sagt, at fólk fáa eitt verri parlag, eftir at hava mist eitt barn. Tað eru bæði kanningar sum stuðla og kanningar sum avsanna hesari áskoðan. Í Beranum merkja vit, at nøkur foreldur uppliva, at parlagið verður negativt ávirkað, onnur uppliva, at tey verða tættari knýtt, meðan onnur ikki merkja at tað ávirkar parlagið.

Í einum parlalagi er sorgin ofta ymisk og vísir seg ymisk tíðarskeið. Tað kann gera, at man følir seg einsamalla/n við sorgini ella at tað kann vera ringt at stuðla hvørjum øðrum. Í slíkum støðum kann tað vera gott, um man samskiftir opið um, hvussu man hevur tað, og hvørjar tørvir ein hevur. Hetta kann ger tað lættari hjá pørtunum at skilja hvønn annan og lættari kunna seta seg inn í sorgreaktiónirnar hjá hvør øðrum. Tá fáa tey betur stuðlað hvør ørðum í sorgini.