Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Sorgarreaktiónir

Hvussu sorgin kemur til sjóndar er ymiskt. Summi hava sterkar, sjónligar reaktiónir, meðan onnur ikki hava eins sterkar ella sjónligar reaktiónir. Tað er eisini ymiskt, hvør tørvurin er hjá fólki í sorg. 

Sorg vísir seg eitt nú sum kensluligar-, kropsligar-, sosialar- og hugsanarligar reaktiónir, og tíðum ein blanding av øllum hesum. Fyri fleiri kann tað vera óvæntað, at sorg t.d. ofta hevur stóra møði ella ringan svøvn og aðrar reaktiónir við sær, ið ikki eru kensluligar. Niðanfyri eru nøkur dømi um vanligar reaktiónir, ið kunnu setast í samband við sorg. 

Kensluligar reaktiónir:

  • Vreiði
  • Skuldarkensla
  • Einsemi
  • Ørkymlan 
  • o.a. 

Kropsligar reaktiónir:

  • Møði
  • Høvuðpína
  • Magapína
  • Trupult við at sovna
  • Broyttur matarlystur 
  • o.a.

Sosialar reaktiónir:

  • Minni orka til sosialar aktivitetir
  • Kenna seg øðrvísi
  • Kenslu av at onnur ikki skilja seg
  • Størri tørv á stuðli og uppmerksemi
  • o.a.

Hugsanarligar reaktiónir:

  • Trupult at minnast
  • Trupult at hugsavna seg
  • Tankar um deyðan
  • Trupulleikar við veruliga at skilja deyðsfallið
  • Stúranir um framtíðina
  • o.a.

Hesar reaktiónir eru ofta komandi og farandi. Tey flestu skifta ímillum at vera í sorgini og so at vera glað/ur ella hyggja meira fram eftir. Tað at vera glað/ur ella at taka ein steðg frá sorgini, kann hjá summum føra til skuldarkenslur, men hetta er ein natúrligur og neyðugur partur av at vera í sorg, m.a. tí at tað er við til at gera, at man lærir at liva við sorgini.