Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hvat er sorg?

At missa eitt barn er ein sera hørð og tung uppliving, sum kann kennast ørkymlandi. Tað kann kennast ringt at koma ígjøgnum gerandisdagin ta fyrstu tíðina. Tað er sera ymiskt hjá teimum sum hava mist, hvussu sorg kennist og kemur til sjóndar. Sorgargongdin er eisini ymisk frá persóni til persón. Ein orsøk til tað er, at vit øll eru ymisk sum menniskju, og tí reagera ymiskt. Sorg er eisini ymisk alt eftir aldri, kyni, sambandi til tann deyða, umstøðunum í samband við andlátið o. a. Sostatt er sorg er ein natúrlig reaktión, og tað er ikki ein spurningur um at syrgja á rættan ella skeivan hátt.