
Sorgarreaktiónir
Hvussu sorgin kemur til sjóndar er ymiskt. Summi hava sterkar, sjónligar reaktiónir, meðan onnur ikki hava eins sterkar ella sjónligar reaktiónir. Tað er eisini ymiskt, hvør tørvurin er hjá fólki í sorg.
Sorg er vísir seg sum eitt nú kensluligar-, fysiskar-, sosialar-, hugsanarligar-, og aðrar reaktiónir, og ofta er tað ein blanding av øllum hesum. Fyri fleiri kann tað vera óvæntað, at sorg t.d. ofta hevur stóra møði ella ringan svøvn við sær ella aðrar reaktiónir, sum ikki eru kensluligar. Niðanfyri eru nøkur dømi um, hvørjar reaktiónir kunnu síggjast í samband við sorg.
Kensluligar reaktiónir:
- Vreiði
- Skuldarkensla
- Einsemi
- Ørkymlan
- o.t.
Fysiskar reaktiónir:
- Møði
- Høvuðpína
- Magapína
- Trupult við at sovna
- Broyttur matarlystur
- o.a.
Sosialar reaktiónir:
- Minni orka til sosialar aktivitetir
- Kenna seg øðrvísi
- Kenslu av at onnur ikki skilja seg
- Størri tørv á stuðli
- o.a.
Hugsanarligar reaktiónir:
- Trupult at minnast
- Trupult at hugsavna seg
- Tankar um deyðan
- Ringt við ordiliga at skilja andlátið
- Stúranir um framtíðina
- o.a.
Hesar reaktiónir eru ikki til staðar alla tíðina. Tey flestuskifta ímillum at vera í sorgini og so at vera glað/ur ella hyggja meira fram eftir. Tað at vera glað/ur ella at taka ein steðg frá sorgini kann geva skuldarkenslur fyri nøkur, men tað er ein natúrligur og neyðugur partur av at vera í sorg, m.a. tí at tað er við til at gera, at man lærir at liva við sorgini.