
Sorgargongdin
Hóast sorg er ymisk og individuell, so síggjast oftast flest reaktiónir ta fyrstu tíðina eftir, at ein hevur mist, og síðani gerast reaktiónirnar veikari og tað gongur longri ímillum tær. Tað er tí at man við tíðini at liva við sorgini. Tað er eingin skjót loysn upp á sorg, og tað tekur ofta tíð at læra at liva við henni. Tað kann vera gott at geva sær sjálvum loyvi at merkja sorgina og at deila hana við onnur. Ofta vendir sorgin aftur um høgtíðir, serligar dagar, og serlig tíðarskeið í lívinum, so sum tá man gerst foreldur, verður gift/ur, verður liðug/ur við útbúgving o.t.
Fyri uml. 7% av teimum, sum hava mist ein av teirra nærmastu, kann sorgin útvikla seg til forlongda sorg. Tað kann t.d. vera um sorgarreaktiónirnar ikki gerast færri og enn hava nærum somu styrki sum í byrjanini, ella at sorgin gongur út yvir gerandisdagin, langa tíð eftir andlátið. Summi útvikla eisini tekin um tunglyndi, ótta ella PTSD. Um sorgin útviklar seg til forlongda sorg er neyðugt við sálarligari viðgerð.