Stuðla
okkum

Parlagið

At missa eitt barn kann ávirka parlagið. Ofta verður sagt, at fólk fáa eitt verri parlag, eftir at hava mist eitt barn. Tað eru bæði kanningar sum stuðla og kanningar sum avsanna hesari áskoðan. Í Beranum merkja vit, at nøkur foreldur uppliva, at parlagið verður negativt ávirkað, onnur uppliva, at tey verða tættari knýtt, meðan onnur ikki merkja at tað ávirkar parlagið.

Í einum parlalagi, er sorgin ofta ymisk og vísir seg ymisk tíðarskeið. Tað kann gera, at man følir seg einsamalla/n við sorgini ella at tað kann vera ringt at vera stuðlandi yvirfyri hvørjum øðrum. Eitt, sum ofta hjálpir í tílíkum støðum er forstáilsi og kommunikatión um, hvussu man hevur tað ella hvørjum man hevur tørv á. Tað kann gera at man blívur meira tolin yvir fyri hvørjum øðrum og sorgarreaktiónunum hjá hvørjum øðrum. Tað kann hjálpa pørtunum at stuðla hvørjum øðrum í sorgini.