Stuðla
okkum

Hvat ger man í bólkinum?

Bólkarnir verða leiddir av fakfólki við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan sorg. Til fundirnar luttaka tveir bólkaleiðarar, ið stuðla og leggja lag á. Arbeitt verður ímóti at uppbyggja álit og tryggleika í bólkinum, fyri at gera tað lættari hjá luttakarunum at seta orð á. Tú/tit avgerða sjálvi, hvat og hvussu nógv tú/tit ynskja at deila ella seta orð á í bólkinum. 

Hvar og nær eru bólkanir?

Bólkarnir eru í hugnaligum hølum í Beranum í Niels Finsensgøtu í Havn. Foreldrabólkarnir byrja so hvørt nóg nógvar tilmeldingar eru. Bólkarnir hittast aðru hvørja viku í tveir tímar, í alt 6 ferðir saman við bólkaleiðarum. Í samráð við foreldrini verður støða tikin til um bólkurin skal halda áfram sum sjálvhjálparbólkur í eitt tíðarskeið afturat. Tikið verður síðani samanum við einari eftirmetingarsamrøðu saman við bólkaleiðarunum. 

Hvat kostar tað at luttaka í bólki?

Kostnaður fyri foreldrabólkar er 300 kr., umframt eitt limagjald. Luttøkugjaldið skal tó ongantíð vera ein forðing fyri at luttaka í bólki. Um so er, finna vit eina loysn. 

Hvussu tilmeldi eg meg/okkum?

Tilber at tilmelda seg til bólk sum einstaklingur ella sum par. Tú kanst ringja ella skriva til Beran ella fáa onkran annan at seta seg í samband við Beran fyri teg. Tú/tit verða síðan boðin til eina kunnandi samrøðu og kunnu út frá hesum avgerða, um tú/tit ynskja at taka ímóti einum av okkara tilboðum ella ikki.